Politikkur

Rættindahavarar skulu við lóg gjalda

...

2019-02-21 22:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vilja rættindahavarar ikki virða nýggja lógargrundarlagið undir okkara fiskivinnu og ætlanirnar við tí, ja so má sterkari lútur til.

Løgtingið má skera ígjøgnum í stríðnum um, hvør skal rinda fyri fiskirættindi, nú ein fiskivinnunýskipan er farin av bakkastokki. At mala sum hundur um heitan greyt og bara vísa til eitt gerðarrættarmál, sum vit í politisku skipanini higartil hava gjørt, heldur enn at taka tað prinsippiella kjakið, tað er ikki nøktandi.

Ítøkiliga snýr málið seg um, at Føroya Reiðarafelag tvíheldur um, at gjaldið fyri fiskirættindi keypt á uppboðssølu skal fara av óbýttum ??? tað er, at tað skal kunna trekkjast frá avreiðingarvirðinum, áðrenn manningin verður avroknað. Hetta, sjálvt um lógin um fyrisiting av sjófeingi greitt sigur, at tað eru rættindahavararnir, sum skulu rinda fyri fiskirættindini. Reiðararnir byggja sítt uppáhald á eina áseting í sáttmálanum, sum sigur, at ???Avgjøld fyri fiskiloyvir av einum og hvørjum slag ganga av óbýttum...???.

Fleiri reiðarí, sum hava keypt fiskirættindi á uppboðssølu, helst øll, hava eisini praktiserað hesa mannagongd, síðani lógin um fyrisiting av sjófeingi kom í gildi fyri einum góðum ári síðani.

Hetta stríðsmálið var eisini leysliga viðgjørt á Fiskivinnutinginum á Torradøgunum í Klaksvík í gjárkvøldið, men als ikki lýst út í æsir. Tað haldi eg, at tað hevur uppiborið, tí málið er sera prinsippielt. Talan er í roynd og veru um, hvørt Føroya Løgting vegna Føroya fólk sleppur at ráða yvir fiskiríkidøminum í havinum, okkara felags ogn.

Ymiskar fortreytir
??rslitið av verandi praksis er, at manningarnar eru við til at bera kostnaðin av fiskirættindunum, sum reiðararnir kortini einsamallir hava ræðið á, og at tað ikki ber til at hava uppboðssølu av fiskirættindum, har tey, ið bjóða, kunnu gera tað undir javnbjóðis fortreytum.

Prinsippielt haldi eg ikki, at nakar eigur at gjalda fyri rættindi, sum ein ongan ræðisrætt hevur á. Men tað er serliga tann seinna avleiðingin ??? at fortreytirnar hjá bjóðarunum eru grundleggjandi ymiskar ??? sum eftir mínum tykki eigur at hava við sær, at Løgtingið má traðka til og við lóg banna reiðaríum at trekkja gjøld fyri fiskirættindi frá í avreiðingarvirðinum, áðrenn manningarnar verða avroknaðar.

Valdið er skert
Gaman í hava manningarfeløgini lagt málið fyri Føroya Gerðarrætt, men sama hvørja niðurstøðu Gerðarrætturin einaferð kemur til, eigur Løgtingið at lóggeva um hesi viðurskifti. Eins og gjørt var í 2016 og 2017, áðrenn galdandi lóg kom í gildi.

Tí rætturin og skyldan hjá Løgtinginum til við lógum at smíða karmarnar fyri føroyska samfelagið í øllum lutum, kann ongantíð skerjast og víkja fyri sekunderum atlitum ??? í hesum førinum eini sáttmálaáseting í einum uppsøgdum sáttmála. Og tá serliga, tá eitt inntriv í hesi viðurskifti ongar fíggjarligar avleiðingar hevur yvirhøvur fyri reiðararnar.

Um reiðararnir ikki sleppa at trekkja uppboðssølugjaldið frá í avreiðingarvirðinum, verður prísurin á uppboðssøluni nevniliga bara tað minni, og landskassin einsamallur ber fíggjarligu avleiðingarnar av tí.

Ymisk býtisprosent
Men hví eru fortreytirnar hjá teimum, sum bjóða, so ymiskar, um hildið verður fram við galdandi praksis?

Tí manningarnar verða avroknaðar eftir sáttmála, har býtisprosentið ??? manningarparturin ??? er ymiskur frá veiðibólki til veiðibólk. Til dømis er býtisprosentið á ídnaðarskipum 27 prosent, á nótaskipunum 17,5, á ísfiskatrolarunum 27 og á flakatrolarunum upp til 37,75, alt eftir hvussu nógvir mans eru við.

Mismunur
Býtisprosentið merkir eisini, at manningarnar taka lut í felagsútreiðslum í sama lutfalli. Skal manningin á til dømis einum nótabáti taka lut í uppboðssølugjaldinum, rindar hon sostatt 17 prosent av kostnaðinum, men við einum ídnaðarskipi rindar hon 27 prosent. Tí fær reiðarin á ídnaðarskipinum ráð til at bjóða hægri prís á uppboðssøluni enn tann á nótaskipinum, tí hann fær turkað ein størri part av rokningini upp í manningina.

Og her hava vit altso við eina meginreglu at gera, sum eg haldi vera meira heilaga, enn at sáttmálaviðurskifti ongantíð mugu nertast. Nevniliga meginregluna um, at aktørar, sum tað almenna bjóðar inn at kappbjóða um rættindi til eitt felags tilfeingi, ikki skulu vera fyri mismuni. Og tað verða teir í stóran mun í dag og eisini frameftir, um manningarnar framhaldandi skulu vera við til at gjalda fyri hesi rættindi.

Evsta lóggávuvald
Sleppur galdandi praksis at halda fram, fer tað óivað at hava við sær, at landið má sleppa øllum royndum at luta part av ogn Føroya fólks út um uppboðssølu. Tí eitt fólkaræði við marknaðarbúskapi kann ikki verja at hava almennar uppboðssølur, har bjóðararnir ikki eru javnsettir í útgangsstøðinum.

Summi ??? tey, ið ikki vilja vita av uppboðssølu ??? frøast helst við fyrsta eygnabrái um hesa niðurstøðuna. Men eg vænti tó ikki, at nakar fegnast um tað fólkaræðisliga prinsippiella í hesum, um ein hugsar seg bara eitt lítið sindur um.

Tí skal Løgtingið vegna alt Føroya fólk ikki hava evsta lóggávuvald í hesum landinum? Hevur Føroya fólk ikki valt Føroya Løgting til millum annað at umsita okkara felags ogn?

Tað haldi eg. Sjálvandi.

Og tí mugu erkvisin og ósaklig atlit til partar á arbeiðsmarknaðinum skúgvast til viks í hesum førinum, og Løgtingið má við lóg áseta, at rættindahavarar ikki senda rokningina fyri rættindini víðari til onnur at gjalda.

??saklig atlit
Eg sigi ósaklig atlit, tí talan er ikki um, at gera inntriv, ið hava negativar fíggjarligar avleiðingar fyri nakran part á arbeiðsmarknaðinum. Og ósaklig, tí prinsippið um frælsar samráðingar sanniliga eisini byggir á ta fortreyt, at partarnir vilja samráðast. Men í hesum føri hevur annar parturin í málinum, manningarfeløgini, meira enn einaferð kravt, at Løgtingið hondhevjar intensjónina í lóg um sjófeingi ??? at tað er rættindahavarin sjálvur, sum skal rinda fyri síni rættindi.

Sjálvur taki eg fult og heilt undir við meginregluni um ein frælsan arbeiðsmarknað og góðtaki als ikki, at Løgtingið ella onnur leggja seg út í sjálvar sáttmálasamráðingarnar. Ein frælsur arbeiðsmarknaður, har partarnir sjálvir sleppa at skipa síni viðurskifti, er ein hornasteinur í einum framkomnum fólkaræði.

Frælsi undir ábyrgd
Men ein fortreyt fyri einum frælsum arbeiðsmarknað er, at at samráðingarnar og sáttmálaásetingarnar virða landsins lógir og fyriskipanir og, ikki minni, at partarnir eisini ynskja at samráðast um síni viðurskifti.

Annars er meginreglan um ein frælsan arbeiðsmarknað ikki meira óliðilig, enn at tað longu ??? eisini eftir ynski frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum ??? er lóggivið um eina rúgvu av viðurskiftum, til dømis um inntøkutrygd í sambandi við sjúku og skaða, arbeiðsumhvørvi og feriu. Bert fyri at nevna nøkur.

Ingolf S. Olsen
framsøgumaður í fiskivinnumálum, Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder