2014-05-06 20:33
Hjá rækjuskipunum, sum høvdu góðan fiskiskap í januar og februar, hevur ikki roynst eins væl nú í aprí og mai. Vit hava frætt frá Havborg og Arctic Viking, at tað hevur verið smáligt, skipini royna í russiskum sjógvi. Tey plaga at fáa um fulla last við einari bunkring, men tað fer at knípa hendan túrin, um fiskiskapurin ikki batnar.
Havborg byrjaði túr 12. apríl og Arctic Viking byrjaði 15. apríl.
??lavur Nolsøe hevur eisini verið í Barentshavinum til rækjufiskiskap, men teir eru komnir heim, og hava landað uml. 80 tons í Fuglafirði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald