Mentan

Radio.fo ??? Nýtt útvarp í Føroyum

...

2020-12-10 09:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv.

Nýggj føroysk útvarpsstøð hevur sæð dagsins ljós á alnótini.

Radio.fo er eitt internet-radio, ið hoyrist á www.radio.fo

Vit eru ein røð av ???radio-aktivum??? og radio-áhugaðum fólkum, sum mynda nýggja útvarpið.

Í desembur spæla vit nógvan jólatónleik og hava fleiri hugnalig og jólalig innsløg.

Vit vóna, at lurtararnir taka væl í móti Radio.fo og vilja fegin hoyra frá tykkum.

Ynskir, hugskot og viðmerkingar kunnu sendast til samskipara okkara á [email protected]

Radio.fo ynskir øllum eini góð, hugnalig og gleðilig jól.

Vegna stigtakararnar

Jógvan Poulsen, samskipari hjá Radio.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder