Praktisk kunning ísmb við Europa League dystin hóskvøldið juli kl 19:00
Praktisk kunning ísmb við Europa League dystin hóskvøldið
UEFA Europa League í Gundadali!
Hósdagin kl. 19:00 verður UEFA Europa League dystur millum B36 og Besiktasúr Turkalandi
Av tí, at tað er um altjóða dyst, so eru krøvini rundan um dystin nøkur onnur enn vanligt er í Betrideildini :
- Inngongdir eru bert við høvuðsdyrnar í B36 húsinum og Betri-Skýlinum
- Tá B36 húsið er fult, verða áskoðarar bidnir um at fara yvir í Betri-Skýlið ( mugu ganga allanvegin runt um Tórsvøll, so møtið í góðari tíð )
- Inngongd til VIP og PRESS er í HB húsinum ( oman gjøgnum trappurnar frá gøtuni )
- VIP og PRESS skulu sita í HB húsinum
- Tey sum koma inn við Betri-Skýli sleppa ikki yvir í B36 húsið og tey sum koma inn við B36 dyrnar, sleppa ikki yvir í Betri-Skýli
- ??ll skulu sita, antin í B36 ella Betri - Skýlinum,
- Ikki er loyvt at hava fløskur, blikk og líkn inn við
- Atgongumerkjaprísur er kr. 100,- ( aldursmark at gjalda er 16 ár )
- Gjaldskortterminalar eru við báðar inngongdir
- B36 árskort 2018 eru galdandi til dystin
- Man sleppur ikki út og inn av stadion, tá man er komin inn
- Ikki er loyvt at fara inn á vøllin.
- Ongin parkering við B36 húsið, Fimi og eystaru síðu við Tórsvøll.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald