Mentan

Poulina Slættanes 70 ár

...

2020-12-27 21:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dag 27. desesember verður mamma sjeyti ár.

Hjá teimum á Heygavegnum í Klaksvík var fastur táttur at fara norð til Gerdu og Ewald jólaaftan. Soleiðis var eisini í 1950. Jólini byrjaðu ikki fyrrenn omman og abbin, Karin og Jógvan, vóru komin norð. Hjá Turið og Nølla vórðu jólini avbrotin, tí frúan var komin á soppin og fóru tey tí heimaftur á Biskopstøð jólaaftanskvøld. Har átti Turið-omma mammu uppi á loftinum 3.jóladag, eftir tógvið baks í 2 samdøgur.

Tá vóru pápar ikki við til tann leikin, sum í dag; -vit ungu eru munandi meira royndir á tí økinum. Men eins og í dag, so hoyrist tað, tá ein kvinna eigur og tað gjørdi tað eisini hendan dagin.

Áðrenn mammu vóru Finn, Karin og Sjúrður komin. Katrin kom so nøkur ár seinni.

Barnaárini vóru í Klaksvík, sum var ein stór bygd tá. At vera partur av Kjølbroættini tá, rokni eg við hevur merkt familjuna nógv.

Mammu dámdi væl at ganga í skúla, og hongur tað væl saman við, at tað bleiv hennara lívsstarv. Bøkurnar hava altíð havt hennara heilt stóra alsk. Tað er ikki ein bók, sum fer framvið, uttan at hon hevur vigað hana. Alskurin til bókina var eisini orsøkin til at hon flutti til Havnar at starvast í Bókahandlinum á ???Glade hjørn??? í 67/68. Tað var heilt skjótt at havnardreingirnir høvdu frætt, at ein nýggj genta var komin til Havnar, og fleiri skemtarar gingu títtir inn at keypa frá henni.

Hvussu var og ikki, so var tað ein hjá ???Slettenæs???, sum var so heppin at fáa teg og tit blivu gift ein illveðursdag 30.des í 1972. Tað man vera tann ódnin, tá Molin skrædnaði, men tit hava hildið fast øll hesi mongu árini. Vit onnur hava skift út fleiri ferð, men soleiðis er tann gamla gardan ikki, sum tú mangan málber teg. Tað er nakað edilt og góðskukent við hesum treiska og haldfasta. Old school er einki banniorð hjá okkum. Fyri okkum ungu er lættari at fylgja nýggju tíðini, tað krevur meira av tykkum, men tað megna tit eisini.

Nonnuskúlin bleiv títt lívsstarv og tað eru ikki so fái næmingar, sum tit hava fingið ígjøgnum skúlan hesi árini. Fyrstu árini var tað Fransiskanararsystrarnar sum áttu skúlan. Tú var tann rætti profilurin til teirra smag. Álítandi, treisk og arbeiðsom. Enn tekur tú eisini onkrar tímar.

Klaksvík er, hóast nógv ár í Havn, tínum hjarta næst. Tú dámar væl tá KÍ og klaksvíksbátarnir vinna. Vit onnur eru mest klaksvíkingar á Norðoyastevnu og á Summafestivalinummen upphavið fornoktar seg ikki, og soleiðis skal tað vera.

Tit hava ongantíð oyðslað við nøkrum; - tað er tann gamli skúlin. Treyðugt so kunnu tit skjótt flyta í nýggj ???hús??? í Dalastígi. Tað gleða vit okkum almikið til.

Vit hava eisini glett okkum til at feiðra teg, men við koronabilrøðini á eystaru bryggju í dag, er ivasamt, um ráðiligt er at halda ta gildið, sum tú ætlaði. Nú mugu vit síggja.

Góða kona, mamma, vermamma, omma og langomma!

Hjartaliga til lukku við 70 ára degnum. Vit takka tær almikið fyri alt, tú hevur verið og er fyri okkum. Títt lítilætni og ósjálvsøkni hevur ríkað okkum ómátaliga nógv.

Muss og klemm í frástøðu!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder