Poulina Gardar vann juni-avbjóðingina í átakinum, Rørsla í Føroyum, sum ÍSF og Fólkaheilsuráðið skipa fyri í summar. Vinningurin var gávubræv á 5.000 krónur til ferðaupplivingar í Føroyum
Poulina Gardar er ein virkin kvinna, sum fleiri ferðir um vikuna gongur túrar í føroysku náttúruni bæði saman við familjuni og vinkonunum. Hennara ídni at røra seg hevði við sær, at hon vann juni-avbjóðingina í átakinum, Rørsla í Føroyum, sum ÍSF og Fólkaheilsuráðið hava sett á skrá í summar saman við Sona og Poul Sundskarð.
Avbjóðingin í juni var at ganga fimm bygdagøtur, og drigið var millum øll tey, ið høvdu gingið gøturnar, og sum høvdu skrásett seg við Sona-appini. Túrarnir, sum eru partur av Rørsla í Føroyum, síggjast á heimasíðuni hjá Poul Sundskarð,http://pol.fo.
Á lítlari samkomu í ÍSF-húsinum í gjár handaði Andras Nolsøe, ítróttaráðgevi, Poulinu Gardar gávubræv á 5.000 krónur til ferðaupplivingar í Føroyum. Fyri nøkrum árum síðani var Poulina Gardar eisini millum fyrstu føroyingar at ganga allar teir 340 fjallatopparnar í Føroyum, og tá fekk hon heiðursbræv fyri hetta avrikið.
Vildi liva sunnari
??? Eg tók fyri nøkrum árum síðani avgerð um at røra meg meira og hava ein sunnari gerandisdag. Ein orsøk var, at eg sá nógv rundan um meg í familjuni, sum stríddust við lívsháttarsjúkur, og hesum vildi eg royna at sleppa undan, greiðir Poulina Gardar frá.
Hon leggur aftrat, at hetta ikki var ein trupul avgerð, tí áhugan at ganga í náttúruni hevur hon havt frá barnsbeini, tá hon gekk nógv í haganum saman við pápa mínum.
??? Eg haldi, at Rørsla í Føroyum er eitt framúr gott átak, sum fær meg og onnur, ið ikki júst íðka ítrótt í einum ítróttafelag, at røra seg, sigur Poulina Gardar.
Vinnarin av juni-avbjóðingini í Rørsla í Føroyum er eisini virkin uttanlands. Poulina Gardar hevur m.a. gingið kendu pílagrímsrutuna Caminoen í Spania, og í Noreg hevur hon verið til gongu millum Oslo og Trondheim.
Juli-avbjóðingin og høvuðsvinningurin
Juli-avbjóðingin í átakinum, Rørsla í Føroyum, er at ganga fimm fjallatoppar. Vinningurin er eisini eitt gávubræv á 5.000 krónur til ferðaupplivingar í Føroyum, sum verður drigið 1. august. ??ll, sum luttaka, eru við í lutakastinum.
Høvuðsvinningurin er eitt vikuskifti í Mykinesi fyri fimm fólk, sum verða flogin við tyrlu til Mykinesar fríggjadagin 7. august. Tey hepnu fáa innivist og góðan mat í hugnaligu Lonini Guesthouse, har Oda W. Andreasen frá GoLocal skipar fyri ferðaupplivingum í Mykinesi. Túrurin endar sunnudagin 9. august, tá tyrlan flýgur luttakararnar heimaftur. Á heimferðini verður flogið kring Føroyar á øllum rutunetinum hjá tyrluni, meðan borðreitt verður við ábiti og onkrum fyri tostan umborð.??ll tey, sum hava megnað bæði juni- og juli-avbjóðingarnar ella bara aðra av hesum avbjóðingum, eru við í lutakastinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald