Politikkur

Poul Michelsen: Kósin eitur Framsóknarpolitikkur

...

2013-10-06 20:46 Author image
placeholder

Kósin eitur Framsóknarpolitikkur - við eini handilsligari fiskivinnu, einum kappingarførum skatti og eini styrktari uttanríkistænastu

Í røðu síni undir viðgerðini av fíggjarlógini fyri 2014 segði Poul Michelsen, formaður í Framsókn, m.a.

- at ein nýggjur fiskivinnupolitikkur er treytin fyri, at vit kunnu venda gongdini í samfelagnum og aftur síggja framburð, menning og fólkavøkstur. Tað ber ikki til bara at taka tilfeingisgjøld úr fiskivinnuni, uttan at vit fáa ein nýggjan fiskivinnupolitikk, og at gjøldini eru kjølfest í eini marknaðarstýrdari heildarætlan.

- at lønarskatturin má niður, so vit tryggja kappingarførið. Skattapolitikkurin hjá landsstýrinum var illa umhugsaður. Hann má tí broytast, at besta boðið er skattauppskotið hjá Framsókn, ???Ein kappingarfør skattur???. Tvær ferðir hava vit í Framsókn saman við Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum roynt at broyta skattalógina soleiðis

· at meðal inntøkurnar skuldu fáa størri skattalætta

· at barnafamiljurnar skuldu fáa størri fíggjarligan styrk

· at hetta varð gjørt uttan at taka nakað frá teimum, sum hava fingið lætta ??? tí fólk mugu kunna líta á skipanina.

- at fíggjarætlanaruppskotið ongan annan politiskan boðskap hevur, enn at landsstýrið roynir at rætta teir skeivleikar, tað sjálvt hevur gjørt innan játtanirnar til mentan, hægri lesnað og almannaveitingar.

- at landsstýrið við fløktum og sera ivasomum grundgevingum roynir at burturforklára, at fíggjarliga undirskotið fyri 2013 verður 450 milliónir krónur og ikki 240 milliónir. Tað er sera umráðandi, at vit ásanna, at fíggjarpolitikkurin er miseydnaður, og at vit í felag leggja eina nýggja og tryggari kós.

- at tað ikki er alt avgerandi, at undirskotið á fíggjarlógini er burtur í 2016, men at vit halda fast um, at hetta eigur at eydnast við teimum ovurhonds stóru virðum, sum seinastu trý árini eru komin í føroyska búskapin úr alivinnuni og uppisjóvarvinnuni ??? vit tosa um millum 1,5 og 2 milliardir krónur!

- at vit skulu økja um okkara uttanríkispolitiska virksemi. Vit skulu økja um marknaðarmøguleikarnar og vera virkin í teimum londum, sum hava vaksandi búskap. Undir uttanríkispolitiskari leiðslu eigur eitt samráðingartoymi við fremstu serfrøðingum okkara at hava ábyrgdina av øllum teimum samráðingum og avtalum, sum vit hava og gera við onnur lond. Tað, vit seinastu árini hava mist av skeivari raðfesting í okkara uttanríkispolitiska arbeiði, eru ikki smápengar.

Framsókn

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder