Vinna

Polarhav og Stjørnan koma fullfermdir á Klaksvík

...

2015-06-03 16:08 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Gulllaksaskipini Polarhav og Stjørnan komu á Klaksvík nú um 11-tíðina, teir byrja at landa á middegi. Polarhav og Stjørnan hava verið úti í eina viku, teir eru fullfermdir nú teir koma inn - uml. 250 tons.

Polarhav og Stjørnan hava roynt í ein útnyðring úr Føroya Banka, JN.fo tosaði umborð í morgun, teir søgdu, at tað hevði verið ruskveður næstan alla vikuna.

Skipini loysa aftur av Klaksvík kl. 20 í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder