2014-04-28 04:11
Stjørnan og Polarhav koma á Klaksvík seint í kvøld, báðir eru fullfermdir av gulllaksi, tilsamans hava teir góð 500.000 pund.
Stjørnan og Polarhav landa á Kósini í morgin, gulllaksurin fer til Tavuna í Leirvík.
Hendan túrin hava teir roynt suður ímótu miðlinjuni við ES, teir hava fiskað í 6 døgn. Tað eru 7 mans við hvørjum báti.
Stjørnan og Polarhav fara nýggjan túr mánakvøldið.
Hini gulllaksaskipini - Fram/Vestmenningur og Eysturbúgvin/Vesturbúgvin - hava hendan túrin roynt vestur úr Mykinesi, men fiskiskapurin minkaði burtur í einki, so teir eru fluttir longur suður at royna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald