Tað er plastik í havi okkara, á strondunum, í fuglinum og í fiskinum.
Eingin orsøk er til plastik-panikk ??? men okkurt má gerast.
Hvussu venda vit gongdini?
Hvør er plastik planurin?
Plast í náttúruni er partur av eini vaksandi altjóða avbjóðing við burturkasti. Sambært nýggjari frágreiðing frá Heimsbankanum verður nøgdin av burturkasti í heiminum meiri enn dupult so stór í 2050. Ein triðingur av heimsins burturkasti kemur frá ???háinntøkulondum??? sum Føroyum ??? hóast einans 16 prosent av heimsins fólki býr her.
Avbjóðingin við júst plasti er serstøk, tí tilfarið tekur sera langa tíð at niðurbróta, og heili átta milliónir tons av plasti enda í havinum um árið. Nógv av hesum verður niðurbrotið til sokallað mikroplast, og annað endar í maganum á hvali, fiski og sjófugli. Hetta hava allir føroyingar, sum hava tikið og reinsa havhest, sæð við egnum eygum.
Tilvitanin um hetta er vaksandi, sum góða undirtøkan hjá átakinum Rudda Føroyar vísti.
Men trupulleikin má basast áðrenn plastið endar í náttúruni.
Hvørja ábyrgd hava tey, sum framleiða og selja plast? Hvørja ábyrgd hevur brúkarin? Og hvørja ábyrgd hevur politiski myndugleikin?
Hvat kann gerast? Kann nýtslan minka? Kann plastið endurnýtast?
Hetta og meira spyrja vit, tá Javnaðarflokkurin bjóðar til alment tiltak um
plast og burturkast, mikudagin 17. oktobur kl. 19-21 í Høllini í Norðurlandahúsinum. Tiltakið er ókeypis.
Luttakarar verða IRF, Vestpack, Rudda Føroyar, Sjúrður Hammer (PhD og Fiskifrøðingur),Umhvørvisstovan, og Plastic Change (danskur umhvørvisfelagsskapur við servitan um plast).
Nærri kunning:
Hava tit spurningar um tiltakið ber til at ringja til Sjúrða Skaale, fólkatingslim hjá
Javnaðarflokkinum á tlf. 51 19 67.
Javnaðarflokkurin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald