Ítróttur

Pingel og Teitur halda fram í HB

...

2017-11-29 18:17 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

HB.fo skrivar: Stutt er millum sáttmálarnar í løtuni, og nú er greitt, at Sebastian Pingel, sum kom til felagið til kappingarárið 2017, heldur fram í HB.


Pingel royndist sera drúgvur í ár, og afturfyri bleiv hann á ársveitsluni kosin at vera ársins leikari hjá bestu monnunum.

Vit fegnast um, at Pingel aftur fer at trumla oman og niðan eftir leikvøllunum kring landið í 2018 í reyð/svørtu blusuni.

Enn ein brikkur í putlispælinum um besta lið okkara varð lagdur fyri løtu síðani. Aftasti skansin, Teitur M. Gestsson, hevur gjørt av at halda fram í HB.


Teitur hevur havt hug at royna møguleikan uttanlands, men nú er so greitt, at hann eisini verður partur av besta liðnum hjá HB komandi kappingarár.

Vit fegnast sjálvandi almikið um, at okkara frálíki málverji, sum mangan hevur staðið okkum stinnur, tá á hevur staðið, fer at halda fram í felagnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder