Ítróttur

Pilates í Beitishúsunum í Miðvági

...

2018-10-13 18:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hevur tú hug at venja Pilates? So kanst tú gleða teg, tí at Pilates venjing fer at byrja í hugnaligu Beitishúsunum í Miðvági, fyrsta týskvøld eftir heystfrítíðina.

Fyrra skeiðið verður frá 23. oktober - 4. desember - kl. 17-18.

Seinna skeiðið verður frá 8. januar - 2. apríl - kl. 17-18.

Tað er Annika Rajani, ið er útbúgvin Pilates instruktørur, sum fer at undirvísa.

Beitishúsini eru vælegnað til hetta endamálið, við tað, at tey kunnu vera karmur um eina venjing við persónligari vegleiðing, har støði verður tikið í hvørjum einstøkum luttakara.

Annika sigur soleiðis á Facebook vanga sínum, pilates vælvera Annika Rajani:

"Eg havi tikið internationala útbúgving sum Pilates instruktør.

Pilates hevur so nógvar ágóðar. Tú gerst smidligari, sterkari, fært meiri orku og ein flottari kropps-holdning. Vísindarligar kanningar vísa, at venjingin bara hevur fyrimunir við sær, hon er varlig styrkjandi og ávirkar sinnið jaligt.

Eftir 3. barnsburð mín, hevði eg dagliga pínu í lendunum. Eg leitaði eftir einum venjingarhátti, ið kundi styrkja kroppin, serliga lendar rygg og búk. Hetta fann eg í Pilates venjing og longu aftaná fyrsta holdtíma kendi eg ágóðan av Pilates.

At taka eina løtu frá gerandis-resinum og merkja kroppin, er nakað ið vit mangan ikki gera fyrrenn okkurt er gingið galið. Eg ynski at veita eina venjing, ið kannn geva eina betri kroppsfatan, betri vælveru, umframt at styrkja og smidliggera kroppin.

Um tú hevur hug at hoyra meira um venjingina, prís o.a. ert tú vælkomin at seta teg í samband við Anniku á tlf. 268270, ella skriva í boðklivan á fb-vanga hennara: pilates vælvera annika rajani.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder