Vinna

P/F Jókin keypt skip

...

2014-05-10 00:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Skipini.fo skrivar: Reiðaríði P/F Jónkin, ið eigur trolarin Sjagaklett hevur keypt skotska trolaran Havilah.

Skipsportalurin hevur tosað við Tummas Christophersen, sum er ein av eigarunum og hann greiðir soleiðis frá keypinum.

- Vit hava keypt skotska trolaran, ið er bygdur í 1989 og vit yvirtóku skipið í gjár og skipið er í dag skrásett í føroyska fiskiflotanum.

Skipið liggur í verandi løtu í Skotlandi, og eitur í løtuni Havilah, men skal skifta navn til Fram.
Skipið skal millum annað partrola við Sjagaklett.

Havilah hevur ikki útgerð, at frysta umborð eins og Sjagaklettur, men hevur kølitangar.

Havilah, ið fær navnið Fram kemur í føroyska fiskiflotan fyri Gullberg, ið sakk 31. juli í fjør, upplýsir Tummas Christophersen í samrøðu við Skipsportalin í dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder