Tíðindaskriv
viðvíkjandi roknskapargreining fyri mjólkbøndur
frá
P/F JANUAR,
løggildum grannskoðanarvirki
Greiningin umfatar 10 mjólkbøndur, sum tilsamans
hava latið L/F MBM hesar nøgdir:
2009 2010 2011 2012
2009/10 2010/11 2011/12 2012/13
L/F MBM innvigað tilsmans 7.183.675 7.102.912 7.393.296 6.920.906
Mjólkgarðarnir í greiningini 2.747.412 2.814.362 3.003.008 2.794.132
Svarandi til 38,2% 39,6% 40,6% 40,4%
Í roknskapargreiningini, sum umfatar innanhýsis
roknskapirnar hjá 10 mjólkbøndum fyri árini 2009/10 ??? 2012/2013 framgongur
m.a.:
2009 2010 2011 2012
2009/10 2010/11 2011/12 2012/13
1.
Rakstrarúrslitini
í meðal 155.796 49.500 -30.514 80.077
2.
Rakstrarúrslitini
frá mjólkini 101.399 27.485 -94.132 1.403
3.
??rslit pr.
litur mjólk 0,37 0,10 -0,31 0,01
Harafturat sæst, at tey seinru árini, tá
mjólkarkvotur eru handlaðar, at tað knípur hjá keyparunum at velta nóg mikið,
so sleppast kann undan at keypa stráfóður. Hesi árini hava hesir 10
mjólkbøndurnir keypt kraftfóður og stráfóður, sum talvan niðanfyri vísir:
2009 2010 2011 2012
2009/10 2010/11 2011/12 2012/13
1.
Kraftfóður í
kg 182.125 188.339 201.752 186.520
2.
Stráfóður í
kg 26.278 42.201 55.941 66.602
Hetta merkir, at nýtslan pr. litur er henda:
2009 2010 2011 2012
2009/10 2010/11 2011/12 2012/13
1.
Kraftfóður í
kg 0,663 0,669 0,672 0,668
2.
Stráfóður pr.
litur 0,096 0,150 0,186 0,238
3.
Fóðurkostnaður
pr. litur 2,08 2,03 2,54 2,82
Fyri
at samanbera bruttoúrslitini við greiningar, ið vit gjørdu fyri árini 1986 ???
1990 sæst, at bruttoúrslitini hjá
føroyskum mjólkbøndum í meðal hava verið hesi frá mjólkini:
1986 1987 1988 1989 1990
Bruttoúrslit pr. litur mjólk 2,04 2,34 2,47 2,37 2,39
2009 2010 2011 2013
2009/10 2010/11 2011/12 2012/13
Bruttoúrslit pr. litur mjólk 2,58 2,30 1,80 2,03
Av hesum sæst, at bruttoúrslitini pr. litur mjólk er á leið tað sama í dag,
sum tað var fyri góðum 25 árum síðani.
Harafturat vísa greiningar fyri mjólkarprísir, stuðul o.t. fyri árini 1981
??? 2013, at nettoúrslitið pr. litur mjólk hjá L/F MBM er lítið hækkað hesi
árini, og at um mjólkarprísirnir høvdu verið prístalsviðgjørdir, hevði ein
litur av mjólk kostað umleið 15 kr. frá L/F MBM og ikki góðar 10 kr., sum hann
ger í dag.
Meiri framgongur í greiningini, sum eisini liggur á okkara heimasíðu:
http://www.januar.fo/Default.aspx?ID=40
Við heilsan
P/F JANUAR,
løggilt grannskoðanarvirki
Jógvan Amonsson
statsaut. revisor
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald