Vinna

Pelagos í Fuglafirði tekur ímóti fyrstu lastini í dag

...

2014-08-14 14:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Nýggja uppisjóarvirkið Pelagos í Fuglafirði tekur ímóti fyrstu lastini í dag. 

Tað verður Fagraberg, sum skal landa til nýggja virkið í Fuglafirði. Á Pelagos skulu teir royna maskinurnar og fáa tær innstillaðar, fyri at fáa so nógv sum møguligt arbeitt uppá so lítla tíð sum møguligt. Í dag kemur helst ikki at ganga so skjótt, tí nógv er at fara um.

Fagraberg verður á Fuglafirði um middagin, teir hava 210 tons, sum teir hava tikið ímóti í ein útnyðring úr Føroyum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder