Ítróttur

Pauli er givin í 07 Vestur

...

2018-09-17 17:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Undan hesum kappingarárinum kom Pauli Poulsen til 07 Vestur. Hann hevur verið høvuðsvenjari hjá besta liðnum hjá felagnum í 22 dystir hetta kappingarárið. 

Bolt.fo skrivar, at Pauli er givin sum venjari hjá felagnum.

07 Vestur er nummar 10 í Betri-deildini, og hevur tvey stig upp til AB. Sunnudagin tekur AB ímóti 07 Vestur á Argjum, og kemur hesin dysturin helst at avgerða hvør verður verandi í Betri-deildini, um nú 1. deild endar sum hon er í løtuni.

07 Vestur vann 3 dystir við Paula á odda, fingu ein javnleik og taptu 18 dystir.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder