Mentan

Páskadagur

...

2020-04-12 08:15 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hann var illa viðfarin.

Húðfleinging fór vanliga fram á tann hátt, at fangin var boygdur framyvir, og hendurnar vórðu bundnar at einum bjálka. Soleiðis spentu teir húðina á rygginum. Tveir hermenn fingu síðan boð um at lemja tað nakna likamið av við leðurreimum, sum høvdu blýlodd í endunum. Tað sigst at húðin vanliga støkk sundur eftir trimum ella fýra sløgum. Hini sløgini, sum síðan restaði í tey 39, komu tessvegna í opin sár.

Hetta var ein partur av Jesu pínslu okkara vegna; "Tá tók Pilatus Jesus og huðflongdi hann!"Joh. 19.1. Her hóma vit eitt sindur av Jesu óendaliga kærleika. Og vit fata nakað av innihaldinum í teimum orðum, at hann setti seg sjálvan lágt.

Hetta gjørdi Pilatus fyri at vekja samkenslu millum manna. Tí segði hann:"Sí, her er maðurin!" Tað sum veruliga fór fram har, var hetta: Gud sýndi Jesus fram í hansara egna blóði. Gud læt okkara misgerðir ráma hann.

Eingin vardi Jesus. Eingin foldar vinur hjálpti honum, og sjálvur læt hann ikki upp munn sín, og himmalski Faðir hansara læt hann standa einsamallan uttan at veita honum hjálp. Hví? Vegna tess at hann bar tínar og mínar syndir. Jesus, hin sakleysi, píndist sum tann seki, at vit kundu verða fríkend.

Tað er nakað av innihaldinum í Jesaja 53,7: "Hann var nívdur, menn stillisliga bar hann tað, og hann læt ikki upp munn sín eins og lamb, íð verður leitt at verða dripið, eins og seyður, íð er tigandi, tá ið teir royta hann, hann læt ikk upp munn sín."

Leinkju, háð og spott tú toldi,

likams líðing, sálargrand,

sama eina synd mín voldi,

sum meg hevur lagt í band,

fyri mína skuld at rinda,

lætst tú teg sum brotsmann binda.

Alla mína skuld tú galt,

tøkk tær veri túsundfalt Slb. 89,2

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder