Vinna

??skiljandi atfinningar frá løgtingslimi

...

2014-08-26 00:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv:

Tað fall okkum fyri bróstið, tá ein løgtingslimur í síðstu viku setti spurnartekin við, hvørt tað er rímiligt og rætt at kyrrahavsloyvir fáa part av makrelrættindum føroyinga.

Fyri at greiða møguligar misskiljingar, ið kunnu standast av royndini hjá Jákupi Mikkelsen, løgtingsmanni, og øðrum, at sáa iva um rættindir okkara sum hann tilvitað ella ikki kallar virðisleys, so halda vit at hettar kann ikki standa ósvarað.

Eftir okkara bestu sannføring hevur Jákup Mikkelsen ikki sett seg nógv væl inn í fiskivinnulóggávuni, tí annars hevði hann vitað betur og ikki lagt eftir avgerðini hjá fiskimálaráðharranum, sum hann gjørdi í farnu viku. Tí hví skulu kyrrahavnsloyvini ??? sum eru ein stór nýskapan innan føroyska fiskivinnu ??? vera við sviðið soð, meðan restin av fjarfiskiflotanum, sum eru ídnaðarskipini, nótaskipini, flakatrolararnir og rækjuskipini fáa makrelkvotu? At hetta hevði verið fullkomiliga órímiligt, munnu tey flestu síggja. Bara ikki Jákup Mikkelsen, ið annars skuldi havt fortreytir fyri at sæð hetta, eftirsum hann sjálvur hevur verið fiskimálaráðharri.

Sjálvt ídnaðarskipini, sum føroyski skattaborgarin fyri nøkrum árum síðan rindaði avvarðandi reiðarum í dýrar dómar fyri, so teir hildu seg burtur av føroyaleiðini, hava fingið makrelloyvir. Tað kundi verið passandi hjá Jákupi Mikkelsen at sett spurningartekin við, hví so er, ístaðin fyri at leggja eftir kyrrahavsloyvunum.

Hyggja vit nærri at kyrrahavsflotanum, so hevur hesin útvegað Føroyum heili fimm prosent av samlaða uppisjóvarfiskinum í Kyrrahavinum. Nakað, sum í framtíðini kann koma væl við við hjá samfelagnum.

Og hvør minnist ikki, hvussu errin og glaður egni floksformaður Jákup Mikkelsens, Jørgin Niclasen, var, tá hann sum landstýrissmaður í uttanríkismálum, var endurgivin fyri at siga nakað soleiðis:

???Tað er bert ein spurningur um tíð, til fiskiskapurin í hesum stóra havið tekur seg uppaftur, og tá eiga vit framvegis fimm prosent av kvotuni. Hetta kann gerast eitt sera gott íkast til føroyska búskapin, segði formaðurin í Fólkaflokkinum tá???.

Sæð í søguligum ljósi vita vit føroyingar betri enn so nógvar aðrar tjóðir, hvussu viðbrekin vit eru við so fáum beinum at standa á. Tað hevur tí alstóran týdning, at fiskivinnan er spjadd so víða sum gjørligt, og her er tað, at kyrrahavsloyvini kunnu koma at vísa sítt sanna virði.

Nevnast kann eisini, at Thor var ein av fáu ??? um ikki einasta reiðarafyritøka í Føroyum ??? sum alment bakkaðu upp um Jacob Vestergaard landsstýrismann, tá hann setti hol á at hækka føroyska partin av føroysku makrelkvotuni.

Eisini ein fyrrverandi løgtingsmaður, Frank Davidsen, hevur um vikuskiftið lagt seg út í kjakið um umbýtið av kyrrahavsloyvum við makrelloyvir. Eins og Jákup Mikkelsen hevur heldur ikki hann sett seg inn í, hvat er upp og niður í hesum máli. Teir báðir áttu heldur at takkað teimum ??? herímillum fiskimálaráðharranum ??? sum vóru við til bragdið at fáa hækkað føroysku makrelkvotuna, sum eftir at semjan við hini londini er gjørd, er endað á einum munandi hægri støði, enn hon var frammanundan.

Var dysturin við ES-londini og Noreg ikki tikin, lógu vit helst framvegis niðri á 4,7 prosentum. Nú er makrelkvotan nærum trífaldað upp í 12,6 prosent. Í sama tíðarskeiði er sildakvotan hjá føroyingum nærum tvífaldað. Ein hækking, sum hevur útvegað føroyska samfelagnum eitt stað millum 1,5 og 2,0 mia. krónur.

Vit skulu minnast til, at hækkingin á 7,9 prosent-poing av makreli er nýtt tilfeingi, ið eingin innan fiskivinnuna áður hevur havt. Hetta stóra virðið er sjálvandi nakað, sum sæst aftur í hvørjum króki í føroyska samfelagnum. Serliga hevur hetta havt stóran týdning, eftirsum botnfiskaflotin í sama tíðarskeiði hevur verið raktur av fiskaloysi og samsvarandi vánaligari úrtøku.

Sum ein týðandi reiðarafyritøka í føroyska samfelagnum harmar tað okkum almikið, at ein løgtingslimur sáar iva um virksemi okkara við at fara út og billa almenninginum inn, at vit fáa nakað av føroyskum fiskatilfeingi av órøttum. Hetta er bæði skeivt og fullkomiliga burturvið at seta fram. Tíbetur hevur tað ikki ávirkað støðutakanina hjá fiskimálaráðharranum, sum heldur fast við sína avgerð um, at eisini okkara skip eiga lut í markelkvotuni undir Føroyum.

Vónandi er hendan misskiljingin hervið fingin av vegnum. Og tó kundi tað verið áhugavert at hoyrt, hvørji argument Jákup Mikkelsen kann grundgeva við, tá hann kallar kyrrahavsloyvini virðisleys, og hví hesi skip als ikki hava rætt til part av hesum nýggja makrel? Hetta vilja vit fegin hoyra hann greina nærri.

At enda kann nevnast, at eftirsum Kringvarpið hevur verið so beinasamt at taka málið upp, hevði tað verið upp á sítt pláss, at málið verður lýst frá øllum síðum. Tað er minsta krav, ið kann setast einum public service-stovni. Hetta kann Kringvarpið gera við at spola tíðina aftur til 2009 og lýsa, hvat er hent síðani. Eini slíkari gjøgnumgongd bíða vit spent eftir, so almenningurin ??? eisini frá fjølmiðlunum ??? fær rætta samanhangin í hetta eftirhondini torgreidda mál.

P/F Thor

Hósvík


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder