Mentan

??sbjørn Jacobsen, arkitektur, fingið Heiðursgávu landsins 2020

...

2021-01-13 21:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 MMR.fo:

Jenis av Rana, landsstýrismaður í Uttanríkis- og mentamálum, hevur handað ??sbjørn Jacobsen, arkitekti, heiðursgávu landsins fyri 2020.

??sbjørn Jacobsen hevur í drúgva tíð gjørt vart við seg bæði her heima og uttanlands. Til dømis hevur hann teknað sermerkta býráðshúsið í Eystur kommunu og verið við til til at tekna víðagitnu Hørpuna í Reykjavík.

Í grundgevingini stendur millum annað soleiðis:

??sbjørn Jacobsen er byggilistarligur úrmælingur, ið arbeiðir við byggilist, býarbygging og býarplanlegging.

Larmandi stórbæri og poesi, inniligar landslagsrytmur og bygningar, ið eru sprotnir úr náttúru og umhvørvi, eyðmerkja byggilistina hjá ??sbjørn Jacobsen. Forvitni og evni hansara til at bera føroyska byggilistarliga mentanararvin inn í okkara tíð eru eyðsýnd.

Høvuðsverkið higartil er víðagitna Harpan í Reykjavík, sum hann saman við øðrum vann hægstu evropeisku arkitektavirðisløn fyri. 

Einsamallur ella saman við øðrum hevur hann vunnið fleiri kappingar. Altjóða kapping um miðbýin í Klaksvík, har fleiri enn 150 uppskot komu inn og uppskot til miðbýin í Runavík og í Havn, hvørs planlegging um býarrúm er til stóran íblástur. 

??sbjørn Jacobsen arbeiðir hegnisliga og við nærlagni í teimum smáu eins væl og teimum heilt stóru verkætlanunum. Arbeiðslag og hugburður eru eins, sama um hann arbeiðir við sethúsum, ið eru karmur um gerandisdagin hjá fólki, sermerktu Býráðshúsunum í Eysturkommunu ella bergtakandi Hørpuni í Reykjavík.   

??r Syðrugøtu arbeiðir ??sbjørn Jacobsen á altjóða pallinum, har hann ofta vinnur uppgávur, sum tey fægstu fáa atgongd til. 

Fyri byggilistarligu avrikini, ið á nýskapandi hátt endurhugsa og skapa frásøgur um lendi og umhvørvi, fær ??sbjørn Jacobsen Heiðursgávu landsins 2020.

Heiðursgáva landsins verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.

Heiðursgáva landsins er 75.000 kr.

Eyðun Eliasen helt heiðursrøðuna.

Myndirnar hevur Andri Gerðisá tikið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder