Vinna

??rkin fingið nýggjan leiðara

...

2020-07-24 16:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Trúboðin:

Barbara Hannudóttir Jensen verður nýggjur leiðari á hotel ??rkini í Reykjavík.

Føroyska Sjómansheimið í Reykjavík fær nú aftur ein føroyskan leiðara. Tað er Barbara Hannudóttir Jensen, ið verður nýggjur leiðari. Hon er gift við Sólbjørn Jensen, og hann fer eisini yvir til Íslands at arbeiða á hotel ??rkini. Barbara byrjar í starvinum 1. august.

Barbara Hannudóttir Jensen, ið er 47 ár, hevur millum annað drúgvar arbeiðsroyndir innan sølu- og fyrisiting og fleiri av teimum sum leiðari.

Hon hevur eisini verið sera virkin í Podas og í missiónshúsinum Libanon í Sørvági, har tey búgva.

Fyristøðumaðurin á hotel ??rkini seinastu sjey árini hevur verið íslendingurin Ragnar Snær Karlsson. Hann fer frá fyri aldur, nú hann verður 67.

??? Vit hava verið sera glað fyri tað arbeiðið, sum Ragnar Snær Karlson hevur gjørt, og takka honum hjartaliga fyri tíðina, hann hevur verið leiðari á heiminum. Vit hava tó saknað at hava ein leiðara á heiminum, sum tosar føroyskt, og sum kann vera í tættari sambandi við føroyingar, og tað eru vit fegin um at hava fingið nú, sigur Jonhard Joensen, formaður í stýrinum fyri hotel ??rkina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder