Ítróttur

Ongir áskoðarar til dystir í Betri deildini

...

2020-03-06 22:58 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

 Eftir nýggjasta tilmælið frá heilsumyndugleikunum í sambandi við fyribyrging av smittu av coronavirus, hevur starvsnevndin í FSF gjørt av, at allir dystir í Betri deildini hjá monnum komandi tvær vikurnar verða spældir uttan áskoðarar


Avgerðin er tikin, eftir at heilsumyndugleikarnir fyrr í kvøld komu við áheitan um, at øll almenn tiltøk, har fleiri enn 500 borgarar kunnu væntast at savnast, annaðhvørt eiga verða útsett ella fyriskipað uttan áskoðarar.

??? Síðan tilmælið kom í kvøld hava vit verið í sambandi við heilsumyndugleikarnar og ÍSF. Vit hava fingið frágreiðing um grundarlagið fyri tilmælinum. Fótbóltssamband Føroya tekur sjálvandi fult undir við tilmælinum.

??? Tí hava vit gjørt av, at allir dystir í Betri Deildini hjá monnum komandi tvær vikurnar verða spældir uttan áskoðarar. Tað sama verður galdandi til venjingardystin hjá kvinnulandsliðnum móti Estlandi á Tórsvølli mánadagin, sigur Christian Andreasen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF.

Umframt áskoðaraforboðið verða eisini onnur tiltøk sett í verk til dystirnar í landskappingini, sum avleiðing av Coronavirussinum.

Millum annað verður siðbundna lógvatakið áðrenn dystarbyrjan, har spælarar og dómarar taka í hondina á hvørjum øðrum, ikki nýtt fyribils.

Fótbóltssamband Føroya

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder