Ítróttur

Ongir áskoðarar í mars mánað

...

2020-03-11 19:08 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Umboð fyri feløgini í Betri Deildini hjá monnum hava í kvøld (red. mikukvøldið 11. mars) gjørt av, at fyrstu tvey umførini í fremstu deildini verða spæld uttan áskoðarar


??ll feløgini í Betri Deildini hjá monnum vóru savnað í FSF húsinum í kvøld (red. mikukvøldið 11. mars), har støðan í deildini var umrødd, eftir at fyrsta umfar var útsett leygardagin.

Eftir drúgva viðgerð var avgjørt, at allir dystir í Betri Deildini hjá monnum í mars mánað skulu spælast uttan áskoðarar.

??? Vit taka tilmælini frá heilsumyndugleikanum viðvíkandi coronasmittuni í størsta álvara. Saman við læknafrøðiliga ráðgeva okkara, Elmari ??sá, hava vit lýst avbjóðingarnar við smittuni fyri feløgunum.

??? Eg fegnist um, at FSF og feløgini saman hava tikið avgerð um at spæla fyrstu tvey umførini uttan áskoðarar, sigur Róin Schrøter, varaforseti í Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF.

Betri Deildin hjá monnum byrjar sostatt sunnudagin 15. mars, tá 1. umfar verður spælt, uttan áskoðarar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder