Politikkur

Ongin orsøk til dapurskygni

...

2017-09-30 16:44 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í grein í netúgávuni hjá Norðlýsinum mikudagin er Líggjas Johannesen, reiðari og skipari á Klakki, dapurskygdur um framtíðina og útlitini hjá Klakki, eftir at ætlaða fiskivinnunýskipanin er sett í verk.

http://nordlysid.fo/hvi+skal+okkara+livsverk+tveitast+ut+i+ovissu.html

Líggjas Johannesen er royndur sum fáur, tá tað snýr seg um at fiska við línu og reka línuskip, og veit ógvuliga væl, hvat hann tosar um.

Men hann veit eisini væl, at hansara døpru spádómar bert ganga út, um at kalla allir pílar aftur fara at peika niðureftir ??? í senn ??? og við tí fyritreyt, at politiski myndugleikin tá bara ætlar sær at sita hendur í favn og onki gera.

Tí fakta er, at Klakkur næstan bara fiskar á fjarleiðum ??? á Flemish Cap og í Eysturgrønlandi ??? og at tann parturin av kvotunum, sum føroysku línuskipini sleppa at fiska har, tilsamans er øktur umleið 25 prosent, síðani henda samgongan kom til.

Undir hesi samgonguni er toskakvotan í Eysturgrønlandi fleirfaldað ??? hon er økt úr 355 tonsum í 2015 í 1.225 tons í ár. Harafturat hava vit nú brosmukvotu í Eysturgrønlandi. Tann kvotan er 475 tons í ár. Eisini í fjør høvdu vit brosmukvotu ??? 470 tons ??? men áðrenn tað var bert loyvt at fiska brosmu sum hjáveiðu í Eysturgrønlandi.

Tað eru bara línuskip, harímillum Klakkur, sum eru sloppin at fiska tosk og brosmu í Eysturgrønlandi undir hesi samgonguni, og ongar ætlanir eru at broyta hetta.

Á Flemish Cap er toskakvotan til línuskip økt við einum triðingi undir hesi samgonguni ??? úr 2.055 tonsum í 2015 í 3.114 tons í ár.

Umframt hetta er toskaparturin av samlaðu botnfiskakvotuni í Íslandi øktur við 1.025 tonsum undir hesi samgonguni, soleiðis at húkaflotin ??? onkur hendinga snellubátur fiskar eisini av íslandskvotuni ??? í ár hevur kunnað fiskað tilsamans 2.400 tons av toski undir Íslandi.

Vit hava onga trygd fyri, at allar hesar kvoturnar verða verandi á tí støði, tær eru á nú, men tað er hinvegin heldur onki, ið bendir á, at vit fara at missa alt aftur.

Tað er rætt, at tað heslt kennist sum ein størri óvissa hjá tí einstaka aktørinum, at fiskiskapurin á fjarleiðum hvørt ár skal ásetast í kunngerð, samanborið við lógarfestu rættindini í føroyskum sjógvi. Tann óvissan er hinvegin í nógvum øðrum fiskiskapum eisini, millum annað rækjufiskiskapinum og uppsjóvarfiskiskapinum.

Men samgongan hevur ongar ætlanir um at minka um partin, sum línuskipini í dag hava á fjarleiðum. Tað stendur rimmarfast.

Júst tí at Klakkur hevur fiskað so nógv á fjarleiðum seinastu árini, er miðalfiskiskapurin hjá skipinum í føroyskum sjógvi seinastu árini lítil. Hesin søguligi fiskiskapurin (miðal fyri seinastu fimm árini) fer at vekta 75 prosent, tá kvotupartarnir skulu roknast út í sambandi við, at fari verður frá fiskidøgum til kvotur 1. januar 2019. Sjálvur rætturin at fiska, altso veruliga fiskidagatalið í verandi skipan, fer bert at vekta 25 prosent.

Tí hevur Líggjas Johannesen eisini rætt í, at niðurskurðurin hjá skipinum í føroyskum sjógvi kanska fer at síggja ógvusligur út á pappírinum.

Men um hædd verður tikin fyri, at Klakkur at kalla ikki hevur brúkt sínar fiskidagar í føroyskum sjógvi seinastu árini, og at teir kortini fara at vekta 25 prosent í umrokningi frá fiskidøgum til kvotu, so verður ikki talan um nakran niðurskurð í mun til veruligu royndina hjá skipinum í føroyskum sjógvi. Tvørturímóti, um fiskiskapurin (kvoturnar) generelt fer at standa í stað ella økist, so fer eisini Klakkur at kunna fiska meira í føroyskum sjógvi, enn hann hevur gjørt seinastu árini. Samstundis varðveitir reiðaríið 75 prosent av sínum rættindum á fjarleiðum. Á fjarleiðum hevur reiðaríið so eisini møguleika at keypa burtur av teimum 25 prosentunum, sum fara at verða seld á uppboði.

Nú er tað vánaligur skikkur at rokna við væntaðum fongi, ella fuglum á tekjuni, sum ofta verður tikið til. Men tað eigur kortini ikki at stimbra undir dapurskygni, men heldur bjartskygni, at bæði fiskifrøðingar og fiskimenn nú lata væl at gongdini á grunnunum og útlitunum fyri fiskastovnarnar komandi árini.

Lívfrøðin spælir við í løtuni, og tað er eisini farið at síggjast aftur í fiskiskapinum.

Verður fari fram við skili, og fiskiskapurin verður skipaður eftir umsitingarætlanunum, sum eru sjálvur ryggurin í fiskivinnunýskipanini, tá tað um skipan av botnfiskiskapinum undir Føroyum ræður, so beri eg ongan ótta fyri nøkrum hóttafalli.

Heldur ikki Klakkur fer at hava minni at fiska.

Ingolf S. Olsen
framsøgufólk í fiskivinnumálum, Tjóðveldi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder