Ítróttur

Okkara: KÍF snávaði og tapti við einum máli ímóti StÍF-myndir

...

2018-11-17 22:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Í OKKARA-deildini hjá monnum tók KÍF í dag ímóti StÍF, hálvleiksstøðan gjørdist 6-5 til KÍF - úrslitið av dystinum gjørdist 18-19 til StÍF, eftir at KÍF í 53. minutti førdi 18-15.

Góð verja og gott málmansspæl frá báðum síðum merkti dystin, tá ið 18 minuttir vóru leiktir av fyrra hálvleiki var støðan 3-3, hálvleiksstøðan var 6-5 til KÍF.

Í seinna hálvleiki byrjaði KÍF betri, teir fingu trý mál teir fyrstu tríggjar minuttirnar av seinna hálvleiki og førdu allan vegin, tá ið 53 minuttir vóru leiktir førdi KÍF 18-15, men KÍF fekk einki mál teir seinastu 7 minuttirnar ímeðan StÍF fekk 4 mál og vann dystin 18-19.

KÍF: Joakim Júrs (Málmaðurin) 4, Pætur H. Skýlingsdal, Ragnar Gaard, Andrias Nielsen 1, Atli L. Hammer 3, Niklas Reginsson 1, Jón Suni Kjærbæk, Barko Cupara 1, Teitur Joensen 3, Hjalti H. Matras, Vilhelm Magnussen, Hans Eli Sigurbjørnsson 4, Ási Dam 1 og Dánjal Sørensen.

StÍF: Tummas Simonsen, Pætur ?? Barclay 2, Teitur V. Nilssen 1, Pætur Johansen 2, Jóannes Prestá 4, Rani A. Højgaard, Ivan Mrdalo 2, Djóni J. Petersen, Jákup Mortensen, Dávid Danielsen 2, Martin Danielsen 6, Hendrikur Davidsen, Andri K. Hansen, Marius Joensen, Mark D. Dahl.

Støður:

5. min. 1-1

10. min. 1-2

15. min. 2-2

20. min. 4-3

25. min. 4-4

30. min. 6-5

35. min. 10-7

40. min. 12-10

45. min. 13-12

50. min. 15-13

55. min. 18-16

60. min. 18-19

Dómarar: Jákup S. Simonsen og Gunnar Djurhuus

Áskoðarar - 100

Aftaná leiktu 1.-deildarliðini hjá KÍF og StÍF, StÍF vann stórsigur 32-17.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder