Mentan

??keypis kafekonsert við Land of Maybe

...

2021-03-02 14:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Sunnudagin 7. mars kl. 15 verður skipað fyri ókeypis kafekonsert í Norðurlandahúsinum.

Land of Maybe er heitið á nýggja bólkinum hjá Edith Dahl Jakobsen og Allani Tausen. Tey bæði hittust í juni 2018 og fóru í holt við at skriva løg saman. Løgini eru síðani vorðin til fleiri, og í november 2020 góvu tey plátuna Glotti út. Tónleikastílurin verður lýstur sum Americana og poppur. Edith og Allan hava framført kring alt Føroyar og sungið sínar sangir um kærleika, lívið og sambond. Til konsertina fara tey at framføra løg av plátuni og annað egið tilfar. Við sær hava tey Filip Zachariassen á gittar. Bólkurin spælur eisini í árligu FMA sjónvarpssendinginii, leygarkvøldið.

Kafe Systrar í Norðurlandahúsinum borðreiða við fiskafati við tilhoyri. Tilber at bíleggja fiskarættin á netinum fyri 115 kr.

Konsertin er ókeypis og varir umleið 60 min.

Fyri at halda almennu tilmælini um smittusporing og 2 metur frástøðu er neyðugt, at melda seg til konsertina á nlh.fo. Avmarkað pláss.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder