Ítróttur

Oddbjørn væntar at 07 Vestur fær stig í Sarpugerði

...

2018-04-20 13:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF Varpið: Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Oddbjørn Joensen. Og sambært honum, verða tað í øllum føri trý heimalið, ið fáa tað torført í komandi umfari í Betri Deildini hjá monnum.

Komandi sunnudag, sum er sunnudagin 22. apríl, verður 7. umfar í Betri Deildini hjá monnum spælt. Dystirnir eru hesir: TB/FCS/Royn ??? HB, KÍ ??? EB/Streymur, Víkingur ??? 07 Vestur, B36 ??? AB og NSÍ ??? Skála.

Og sambært Oddbjørn Joensen, ið er gestir í FSF Varpinum hesaferð, fáa vit tveir heimasigrar, tveir javnleikir og ein útisigur.

Dystirnir á Tvøroyri, í Klaksvík, í Gøtu og í Havn byrja klokkan 15:00, meðan dysturin í Runavík millum NSÍ og Skála byrjar klokkan 16:00.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder