Ítróttur

Nýtt súkklu og triathlonfelag stovnað á Skálafjørðinum

...

2021-04-14 06:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

SST: Mánakvøldið 12. apríl 2021 gjørdist søguligur dagur fyri súkklu og triathlon ítróttin í Føroyum, tá ið ein áhugabólkur tók stig til at skipa seg í eitt ítróttarfelag undir Sersambandinum fyri Súkkling og Triathlon.

Stovnandi bólkurin valdi eina 3 manna nevnd og eitt fyribils navn til felagið. Skálafjaraðar Triathlon og Súkklufelag sigur frá, at felagið fæst við allar ítróttargreinar skipaðar undir sambandinum, og lýsir, at navnakapping verður lýst í næstum at finna eitt gott navn og búmerki til felagið.

- Nevndin vil virka fyri at menna ítróttin triathlon og súkkling. Vit ætla, at hetta skal verða eitt savnandi felag, har pláss skal verða fyri ymiskleikanum, og har øll kunnu verða við, hvør á sínum støði. Vit fara at arbeiða við felags túrum á ymiskum vegastrekkjum, so øll kunnu verða við. Eisini fara vit at hava skipaðar venjingar fyri bæði børn og vaksin. Somuleiðis vil felagið skipa kappingar í økinum. Nógvar góðar súkklurutir eru í økinum og kring fjørðin. Tí vil nevndin virka fyri, at hetta økið gerst eitt virkið súkkluøki.

Í nevndina vórðu vald Rigmor í Króki Rasmussen sum forkvinna og Andre Frederiksberg Danielsen og Torleif Thorleifsson sum nenvdarlimir. Rigmor er fyrsta kvinna sum tekur við formanssessinum í einum føroyskum súkklu og triathlonfelagið, so nógvar gleðiligar og søguligar hendingar vóru hetta kvøldið á Strondum.

Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon fer at ynskja felagskapinum hjartaliga tillukku og alla besta eydnu.

Sí myndir her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder