Vinna

Nýtt skip hjá THOR sjósett

...

2014-08-16 21:53 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fyrsta av nýggju "seismik support" veitingarskipunum hjá P/F Thor, THOR MAGNI, er júst sjósett á Besiktas skipasmiðjuni í Turkalandi. Skipið verður latið reiðarínum í novembur.

Hetta er fyrsta skipið av teimum fýra, sum standa í bygging á hesi skipasmiðju. Skipini verða bygd eftir sama leisti, og eftir ætlan standa øll liðug á sumri 2015.

Reiðaríið fegnast í tíðindaskrivi um, at byggingin hevur gingið væl. Tað vóru nakrir glaðir THOR menn, sum vóru til staðar, nú fyrsta skipið varð sjósett.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder