???Nú eru jól herinni??? er heitið á spildur nýggja føroyska jólasangi, ið nú er at hoyra á føroyskum útvarpsrásum. Tað er 15 ára gamla Beinta Elsudóttir Jacobsen, ið syngur lagið, sum varð skrivað um jóltíðir 2019 og sum er innspældur í november í ár.
Tað er pápi hennara, Petur Háberg Jacobsen, ið hevur gjørt orð og lag.
"Nú fólk erufarin at stákast til jóla, og jólahugni sæst í grannalagnum, skrivar ein slíkur jólasangur faktist seg sjálvan bara við at hyggja umkring seg".
Beinta hevur áður sungið, eitt nú ein sang til ABC Barnahjálp og hon sang eisini ??? saman við Jens Marna Hansen og Petur ??? á sanginum ???Gott Nýggjár???, sum kom út seint í desember í fjør, og var nógv at hoyra um árskiftið.
???Nú eru jól herinni??? er framleiddur av Niclas Johannesen og ljóðblandaður av ??la Poulsen. Teir báðir spæla eisini øll ljóðførini á sanginum, meðan Petur syngur kórrøddirnar til fyrsta staklagið hjá Beintu Elsudóttir Jacobsen.
At enda vilja vit ynskja øllum tykkum eini gleðilig jól, og eitt gott nýggjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald