Mentan

Nýtt dulnevnt kjatt - tíðindaskriv

...

2020-05-05 14:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

?????ll hava rætt til góð barnaár??? veitir nú dulnevnda ráðgeving umvegis kjatt áwww.blakross.fo.

Kjattið er ætlað børnum og ungum, sum vaksa upp í heimum, har rúsur er ein trupulleiki. Foreldur og onnur rundan um hesi børn og ung, kunnu tó eisini venda sær til okkara umvegis kjattið. Tey, sum svara á kjattinum, eru starvsfólk og bólkaleiðarar hjá ?????ll hava rætt til góð barnaár. Hesi eru m.a. sálarfrøðingar, familjuterapeutar, námsfrøðingaro.s.fr., sigur Alisa Hammer, leiðari á fyribyrgingardeildini hjá Bláa Krossi Føroya.

Vit leggja dent á, at ráðgevingin er dulnevnd og tað merkir, at vit vita ikki hvør skrivar ella hvar viðkomandi er staddur. Onki av tí, sum verður skriva verður goymt hjá okkum. Ynskir ein at gevast við at skriva, kann man altíð gera tað. Samrøðurnar kunnu vera so langar, sum ein ynskir, innanfyri upplatingartíðirnar á kjattinum. Til ber, at kjatta við okkum um júst tað, sum ein gongur og hugsar um ??? eisini um tað ikki hevur við rústrupulleikarnar heima at gera, sigur Alisa Hammer.

Kjattið er opið gerandisdagar kl. 10-12 ogmána-, miku- og hósvøldkl. 19-21.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder