Ítróttur

Nýtt 5-mannafar til Miðvágs

...

2018-12-23 21:04 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Miðvágs Róðrarfelag skrivar:

Í fjør samtykti nevndin at byggja eitt nýtt 5.mannafar, soleiðis at vit kunnu hava trý 5.mannafør í felagnum. Áhugin hjá ungu rógvarum í oynni hevur verið stórur, og tískil varð neyðugt við einum afturat.
Sámal Hansen, bátasmiðjur í Runavík, játtaði at byggja tað, so tað manglaði bert fígging. At samla inn pening gekk avbera væl, og enn einaferð er tað takka verið tykkum øllum í oynni, ið altíð stuðla felagnum so væl.
Mánadagin 17.12.2018 strekti Sámal kjølin,og í kvøld vóru umboð úr nevndini og trúgvi stuðulin Ingi Ellefsen ein túr í Runavík og hugdu at arbeiðinum.
Væntandi kemur báturin til Miðvágs fyrst í februar, og verður fyrstu ferð flotaður og signaður á Flaggdegnum í 2019.????????????????

Nýggja 5.mannafarið skal sjálvandi hava navn, og hevur bygdafólkið møguleika at koma við uppskotum.????
Møguleiki verður at lata inn uppskot til navn millum jól og nýggjár, meðan vit selja fýrverk í ??ðuni.????????????
Viðkomandi við besta uppskotinum, vinnur eitt gávukort frá Atlantic Airways.???️

Ein spennandi tíð fyri framman, og vit gleða okkum til kappingarárið 2019.????????️????

-nevndin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder