Á ársaðalfundinum hjá Atlantic Airways mikudagin 30. apríl á 62N Airport Hotel vórðu allir nevndarlimir afturvaldir
uttan Tezz Tordsdotter ??kerman, ið hevur sitið í nevndini síðani 2010. Í hennara stað var Laila Ísheim Hentze vald.
Laila er útbúgvin cand. ling. merc á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn og bachelor í enskum og fronskum vinnulívsmálum
á Odense Universitet. Hon hevur síðani juni 2013 verið stjóri á Gallup Føroyum. Í 2003 gjørdist Laila stjóri á Televarpinum og røkti hetta starvið til oktober 2011.
Niels Mortensen heldur fram sum nevndarformaður og Kaj Johannessen sum næstformaður.
Í nevndini sita nú Niels Mortensen, formaður, Kaj Johannessen, næstformaður, Søren Jespersen nevndarlimur og Laila Hentze nevndarlimur.
Starvsfólkaumboð í nevndini eru Ingi S. Joensen og Olaf S. Poulsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald