Nýggi Polar Princess er á Kollafirði, har teir hava landað 337 tons av toski, sum er fiskaður í Barentshavinum. Teir vóru til fiskiskap í tvær vikur fyri at royna nýggju fabrikkina.
Polar Princess er gamli Polar Nattoralik, skipið er umbygt og longt 18 metrar, skipið er nú 88 metrar langt og 15,4 metrar breitt.
Nú verður gjørt klárt at fara á makrelveiðu - grønlendingar eru byrjaðir uppá makrelveiðuna, tað fyrsta skipið hevur boðað frá, at teir fara inn at landa -
Polar Princess tekur nú útgerð umborð á Kollafirði, teir skulu hava trol o.a. til makrelveiðuna, útgerðin er frá Vónini.
Leivur á Rógvi, sum er skipari á Polar Princess segði, tá ið vit fyri løtu síðan tosaðu við hann, at hann roknar við at loysa í nátt ella tíðliga í morgin.
Tað verða 24 mans við hendan túrin, av teimum eru 10 føroyingar. Polar Princess hevur - eins og flestu grønlendsku skipini - tvær manningar.
Umframt makrelkvotu hevur Polar Princess toskakvotu og svartkalvakvotu.
Vit tóku hesar myndirnar - sí niðanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald