Vinna

Nýggja viðgerðarheimið á Nesi reist

...

2013-07-13 04:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Blákrossheimið sum Blái Krossur Føroya letur byggja á Nesi, verður reist í dag.

Tað er Teknistovan í Gøtu sum hevur teknað heimið og Byggifyritøkan KBH á Toftum sum er høvuðsarbeiðstakari.

Nýggja Blákrossheimið er 800 fermetrar og kemur at kostað uml.12 mill. kr.
??tlandi verður heimið liðugt bygt á vári 2014.

Dakko Petersen, formaður í bygginevndini sigur, at teir vóna at kunna hava so lítið lán sum gjørligt, tá heimið stendur liðugt.

Hann sigur eisini, at tað er spennandi at byggja nýtt viðgerðarheim, til tey sum hava trupuleikar av rúsevnum.

Hann vónar eisini, at heimið kemur at hjálpa nógvum úr rústrupuleikunum, samstundis sum hann vónar at tað kemur at virkað tálmandi og upplýsandi um vandan við rúsdrekka og rúsevnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder