2026-09-22 16:47
Vága Floghavn og Føroya Politi boða frá, at ein stór venjing júst er farin í gongd á flogvøllinum í Vágum við luttøku av fleiri tilbúgvingarakførum.
Nógvur roykur og nógv ferðsla er á økinum, og ørindaleys verða biðin um at halda seg burtur. Eisini verða fólk biðin um at vísa varsemi á vegastrekkinum frá Vatnsoyrum og niðan á flogvøllin, har nógv ferðsla verður við tilbúgvingarakførum, sum luttaka í venjingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald