Mentan

Nýggj vitan um rákið kring Føroyar

...

2020-11-17 10:07 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Gransking: Sissal Vágsheyg Erenbjerg, granskari á P/F Fiskaaling, hevur givið út grein í altjóða vísindaritinum Regional Studies in Marine Science.

Sissal V. Erenbjerg hevur í longri tíð arbeitt við FarCoast800 modellskipanini í samstarvi við Havstovuna í Bergen og universitetið í Keypmannahavn. Í verkætlanini er ein telduskipan set upp soleiðis, at til ber at síggja millum annað rákið rundan um Føroyar og landgrunnin í hægri upploysn og betri góðsku enn nakrantíð fyrr.

Eitt nú ber til at síggja, hvussu Eysturíslendskt streymrák rennur inn í føroyskt øki. Verkætlanin er soleiðis ein týðandi liður í at fáa størri vitan um rák og sjógv kring Føroyar, og serliga á tí Føroyska landgrunninum, og hvussu hetta kann ávirka vistfrøðina her um leiðir.

Til ber at lesa alla greinina her.

Verkætlanin byrjaði í 2016, og er hon fíggjað av Granskingarráðnum, Mowi, Statoil, Bakkafrost og P/F Fiskaaling.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder