Vinna

Nýggj flogstrategi er týðandi lyfti sum Atlantsflog má liva upp til

...

2014-06-18 19:45 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

- Við nýggju strategiini hjá Atlantsflogi gevur flogfelagið hvørjum einstøkum føroyingi og fyritøku í Føroyum eitt týðandi lyfti um, at tað verður bíligari, lættari og einfaldari at vera kundi, og hetta lyftið má Atlantsflog liva upp til, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum

- Tann samlaða dagførda Vága Floghavn varð tikin í nýtslu í gjár, og í dag hevur Atlantsflog lagt fram eina skilagóða strategi. Saman peika hesi rætta vegin fyri føroyskar brúkarar.

Tað sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum, Johan Dahl, nú Atlantsflog hevur almannakunngjørt framtíðarætlan og -másetningar sínar í "Strategi 2018".

Yvirskipað sigur flogfelagið seg vilja gera tað bíligari, lættari og einfaldari hjá brúkarum at ferðast loftvegis úr og til Føroya.

- Fokus er á tí rætta, og tað er í tøkum tíma, at brúkarin kemur í fremstu røð. Tað hava mong saknað í mong ár.

- Nýggja leiðslan brúkar fyrst og fremst lyklaorðið "bíligari", og júst tað hevur stóran týdning. Føroyski brúkarin ynskir bíligari flogferðir, og tað er eisini høvuðsprioriteturin hjá mær sum landsstýrismanni í samferðslumálum, sigur Johan Dahl.

Hann fatar nýggju strategiina sum eitt greitt lyfti til hvønn einstakan føroying og fyritøku í Føroyum.

- Flogfelagið gevur í dag eitt týðandi lyfti um, at tað verður bíligari, lættari og einfaldari at vera kundi. Hetta lyftið má Atlantsflog liva upp til, og tað er eitt avgjørt successkriterum, sigur Johan Dahl.

Partur av strategiini hjá nýggju leiðsluni í Atlantsflogi er eisini ein nýggj sjálvsfatan um, at felagið er føroyskt og hevur eina samfelagsliga uppgávu at røkja við at vera loftbrúgv fyri Føroyar.

- Hetta eru nýggir og positivir tónar. Flogferðslan er kanska mest týðandi einstaki táttur fyri at skapa vøkstur og menning í landinum. Tí liggur ein stór ábyrgd á teirri nýggju leiðsluni, ið er komin væl frá byrjan við síni strategi.

- Starvsfólkum, stjórn og nevnd vil eg ynskja blíðan byr, sigur Johan Dahl, landsstýrismaður, ið sær fram til, at Atlantsflog fremur sína strategi í verki.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder