Mentan

Nýggj Bíbliulesiætlan - Les fyri lívið

...

2020-11-29 12:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Nýggja bíbliulesiætlanin er nú komin. Hon byrjar í dag og heldur fram til 27.novembur 2021. 

Hví bíbliulesiætlan? 

Bíblian er Guds livandi orð, og hóast orðini eru prentað sum øll onnur, so gerasttey livandi við Guds Heilaga Anda. Tí er tað neyðugt hjá okkum, at lesa íBíbliuni fyri at fáa mat til sálina. 

Men nógv stríðast við at koma í gongd og halda á. Ein Bíbliulesiætlan er gjørdjúst sum ein hjálp at lesa regluliga og í samanhangi. Tað er sum ein kalendarivið útvaldum tekstum til hvønn dag í árinum, og hvønn sunnudag samsvaraskriftstøðini við tekstarøðina í Fólkakirkjuni. 

Hvar er bíbliulesiætlanin at fáa? 

Hon er at fáa um alt landið í kirkjum, fríkirkjum og samkomum. Einstaklingarkunnu bíleggja eina ókeypis Bíbliulesiætlan frá Føroyska Bíbliufelagnum á tlf.787826 ella t-posti: [email protected]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder