Ítróttur

Nú verður Vága Judofelag endurstovnað

....

2018-01-15 07:56 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í morgin verður aftur møguleiki at venja judo í Vágum, tá ið fyrsta venjingin hjá endurstovnaða Vága Judofelag er á skránni. 

Vant verður týsdagar í fimleikahøllini á Giljanesi, vant verður í tveir tímar. Frá klokkan 19 til 20 er tað børn í aldrinum 7 til 14 ár sum venja. Frá klokkan 20 til 21 er tað 15 ár og eldri sum venja. Fólk frá Havnar Judofelag koma at leggja lag á til fyrstu venjingina.

Vága Judofelag var annars upprunaliga stovna í 70'indum, og var so avtikið í 80'inum verður sostatt nú endurstovna.

Tað eru Hendrik Johannesen, Rene Wiberg Joensen og Marit Johansdóttur Magnussen sum endurstovna felagið við hjálp frá Judosambandinum og Havnar Judofelag. Vága Judofelag verður tað 5. felagið í Føroyum.

Hendrik hevur vant judo upp móti 25 ár hjá Havnar Judofelag, og hevur umboða Føroyar í 1993  og 95 á Oyggjaleikunum.

Rene hevur vant Karate í Danmark og síðan hann flutti heim hevur hann koyrt til Havnar at venja Judo og Jiu-Jitsu.

Marit byrjaði av tilvild at venja judo fyrst í 90inum, tá sonurin byrjaði at venja í Havnar Judofelag, og var boðin at vera við. Marit hevur umboða Føroyar í 1995 á Oyggjaleikunum.

- Ynski hjá okkum er at skapa møguleikar hjá okkum og øðrum, sum eru áhuga at venja judo her vestri, bæði børn, ung og vaksin. Hendrik, Rene og Marit taka venjaraútbúgving  hjá tí Svenska Judosambandinum.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder