Vinna

Nú verður sjóvarfalsorkan aftur roynd í Vestmannasundi

...

2014-05-15 04:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Royndirnar hjá Sp/f FTPP við at vinna ravmagn úr sjóvarfalsorku, skulu nú aftur standa sína roynd. Orkuverkið, sum er umvælt og styrkt munandi, hevur staðið á bedingini í Vestmanna tær seinastu vikurnar, men í dag var tað aftur sjósett. ??tlanin er at leggja tað í Vestmannasund nú tá íð streymurin batnar aftur.

Royndirnar hava ikki júst gingið eftir vild, men nú verður mett, at tað eigur at fara at bera til. Orkuverkið er munandi styrkt, tí royndirnar, ið vórðu gjørdar í fjør vístu, at tað helt ikki til nógva streymin í sundinum.

SEV arbeiðir eisini við eini líknandi skipan, sum Sp/f FTPP hevur arbeitt við.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder