Í rúma tíð hevur verið arbeitt fyri at fáa eina fótbóltshøll í Vágum.
Tað eru kommunurnar í Vágum, ítróttarfeløgini í Vágum og aðrar góðar kreftir, sum hava arbeitt við hesi sera spennandi uppgávu - ætlanin er at bjóða Kvívík og Vestmanna við til hesa stóru verkætlan.
Nú er komið somikið langt, at sigast kann, at fótbóltshølllin verður bygd - á fundi í gjárkvøldið millum allar partarnar varð sagt, at nú er fíggingin komin uppá pláss, partarnir eru samstundis eisini samdir um, at nú skal farast undir byggingina.
Arbeiðið uppá at stoypa grundina og kloakkarbeiðið verður boðið út nú, og ætlanin er, at jørð og kloakkarbeiðið skal verða liðugt í heyst.
Væntandi verður høllin liðug í apríl komandi ár, kostnaðurin er mettur til 55 milliónir, verður sagt fyri okkum á JN.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald