Mentan

Nú eru 8.226 harur skrásettar

...

2021-01-08 18:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Haran.fo:

Status fríggjakvøldið 8. januar.
Nú eru 8.226 harur skrásettar at vera skotnar í Føroyum í 2020
Á kortinum niðanfyri sæst hvussu nóg er skrásett í hvørjum einstøkum haga fram til 8. januar 2021. Niðara talið, í parantes, er talið av skrásettum túrum.
Á Vágoynni eru allir hagarnir nú skrásettir.
Fyri teir "reyðu hagarnar" á hinum oyggjunum er enn einki skrásett. Eg fari tí enn einaferð at heita á harumenn, um at skráseta seinastu tølini, so eg kann fara undir at skriva tað endaligu frágreiðingina um Haruveiðan í Føroyum í 2020.
Tølini skulu skrásetast á heimasíðuni ???Haran.fo???.
- brúkaranavn: hs
- loyniorð: login
Eisini ber til at ringja til mín (Eyðfinn Magnussen ) á tel 26 58 31.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder