Mentan

Norðurlandahúsið hevur fingið orm

...

2020-03-09 14:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hesa vikuna setir Norðurlandahúsið burðardygd á breddanvið eini røð av ókeypis tiltøkum, sum enda við eini stórari,spennandi og livandi (í orðsins sanna týdningi) installatión. 

Byrjað verður týsdagin 10. mars við stroymdum fyrilestri frá Aarhus Universitetium vaksandi trýstið á lívfrøðiliga margfeldnið í heiminum. 

Hósdagin 12. mars skipar Rudda Føroyar fyri einum tiltakið um burðardyggarvanar við fyrilestrum, sølubásum og øðrum. 

Fríggjadagin 13. mars lata 2 framsýningar upp: Ormahús, sum er framsýning viðtundur ???húsum??? til plastetandi mjølormar, sum skúlanæmingar hava gjørt áverkstovu í sambandi við Listaleypin, og Mass ??? bloom explorations, sum er einvardrúgv dansi-innseting, sum ikki líkist nøkrum, vit hava sæð í húsinum fyrr. ÍHøllini verður bygt eitt hválv, har ein menniskja fer at liva saman við 12kg avplastetandi mjølormar. Hendan veran er einasta kenda í heiminum, sum kannliva av og bróta niður plast. 

Í sambandi við Mass verður eitt forkunnugt kafétiltak, har vitjandi kunnu komaskríðandi inn í vikuskiftið við áhugaverdum práti við listakvinnuni handaninstallatiónina, Tina Tarpgaard, og brellbitum gjørdum úr insektum.Stjørnukokkurin Gutti Winther ger matin og Katrin Petersen fráUmhvørvisstovuni leiðir prátið. 

Síðst, men ikki minst, verður leygardagin 14. mars ráðstevna umumhvørvisvinarligt jarðarbrúk og matsjálvbjargni undir heitinum Matvit 2020. 

Lesið meira á nlh.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder