Vinna

Norðborg siglir inn fullfermd

...

2015-04-10 03:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu í ES-sjógvi, einar 50 fj. suður úr føroyska markinum, siglir inn fullfermd.

Vit á JN.fo tosaðu umborð fyri løtu síðan, teir eru nú komnir tætt undir Akraberg. Jón Rasmussen skipari segði, at teir fyrst fará á Fuglafjørð at bunkra, síðan verður farið í Ánirnar at landa, helst seinnapartin í morgin.

Norðborg hevur 1.350 tons av frystum, harav eru 1.000 tons heilfrystur svartkjaftur og 350 tons heysað. Eisini hava teir 25 tons av mjøli. Jón Rasmussen segði, at tað var góður makrelur teir fingu.

Tá ið liðugt er at landa í Ánunum, fer Norðbrog aftur á svartkjaftaveiðu.

Næraberg royndi eisini á leiðini har Norðborg royndi, vit hava frætt, at Næraberg hevur góð 2.000 tons inni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder