Vinna

Norðborg og Christian í Grótinum koma inn fullfermdir

...

2014-08-20 03:11 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg og Christian í Grótinum koma báðir á Fuglafjørð í kvøld - báðir eru fullfermdir.

Vit tosaðu fyri løtu síðan við skiparan á Norðborg - Kristian Martin Rasmussen - Hann segði, at Norðborg hevur 1.300 tons av frystum, 150 tons av mjøli og 180 tons av lýsi og umframt tað hava teir 250 tons av makreli í tangunum, sum skal landast til Pelagos í Fuglafirði. Christian í Grótinum hevur 650 tons av frystum.

Bæði Norðborg og Christian í Grótinum fara fyrst á Fuglafjørð. Norðborg skal bunkra í nátt og kl. 8 í morgin skulu teir landa 250 tons av makreli til Pelagos - í løtuni landar Slættaberg, sum kom inn fyri løtu síðan, Slættaberg hevur 100 tons.

Norðborg skal landa tað frysta í Ánunum seinnapartin í morgin.

Christian í Grótinum hevur nakað av slógvi, tað landa teir í Fuglafirði í kvøld, tíðliga í morgin landa teir tað frysta - 650 tons - í Ánunum.

Skiparin - Kristian Martin Rasmussen segði, at liggjandi høgættin ger, at makrelurin ikki stendur samlaður - teir leitaðu heilt norður á 71N, men endaðu aftur á 64N, har meginparturin er fiskaður.

Hesin túrurin vardi í 16 dagar hjá Norðborg og Christian í Grótinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder