Vinna

Norðborg og Christian í Grótinum báðir fullfermdir

...

2014-07-20 03:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg og Christian í Grótinum, sum hava samtrolað eftir makreli og sild, komu inn í morgun, báðir fullfermdir. Teir byrjaðu túrin suður av Sandoyarbankanum, men hava teir seinastu dagarnar roynt á Rygginum, vestur ímóti íslendska markinum. Bæði sildin og makrelurin, teir fingu, vóru í góðum standi.

Christian í Grótinum hevði 670 tons, harav 520 tons var sildafløk og 150 tons av heysaðum makreli, teir hava landað í Ánunum í dag. Manningin á Cristian í Grótinum taldi 20 mans, skipari var Páll Klein Rasmussen.

Norðborg fór á Fuglafjørð at bunkra, teir skulu byrja at landa í Ánunum á midnátt. Norðborg hevur 520 tons av heysaðum makreli og 20 tons av makrelflaki, 600 tons av sildafløkum og 170 tons av heilfrystari sild, harafturat hava teir 200 tons av mjøli og 260 tons av lýsi. Manningin á Norðborg telur 33 mans, skipari er Jón Rasmussen.

??tlandi fara skipini nýggjan túr seint sunnukvøldið, tá loysir Kristian Martin Rasmussen sonin Jón Rasmussen av sum skiðara á Norðborg.

Tað er bara Akraberg úti í løtuni, teir royna norðanfyri í altjóða sjógvi, har teir fiska makrel.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder