Vinna

Norðborg og Christian í Grótinum báðir fullfermdir

...

2014-09-10 20:06 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg og Christian í Grótinum sigla báðir inn fullfermdir. Teir hava samtrolað norðanfyri.

Vit tosaðu fyri løtu síðan við skiparan á Norðborg Hans Klakkstein, hann sigur, at tað hevur verið fínasta veður hendan túrin og nógv at fingið. støddin á makrelinum liggur um 380-390 gramm. Tað eru 29 mans við Norðborg hendan túrin.

Norðborg kemur at liggja norðanfyri í dag og í morgin, har teir koma at framleiða tað teir hava í tangunum. So fara teir á Fuglafjørð at bunkra seint hóskvøldið, í Fuglafirði skulu teir eisini pumpa lýsið í tangarnar hjá Havsbrún, teir hava uml. 140 tons av lýsi.

Fríggjamorgunin skulu teir landa í Ánunum, teir hava 1.170 tons av heysaðum makreli og 120 tons av mjøli, sum skulu upp í Ánunum.

Christian í Grótinum hevur 600 tons í tangunum, sum verða landað til Pelagos í Fuglafirði, so fara teir í Ánirnar at landa 650 tons av heysaðum makreli. Tað eru 20 mans við Christian í Grótinum, skipari er Bogi Rasmussen.

Norðborg og Christian í Grótinum fara nýggjan túr leygardagin.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder