Vinna

Norðborg landar í Ánunum í morgin

...

2018-12-02 13:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg, sum hevur verið í altjóða sjógvi norðanfyri, kom á Fuglafjørð í morgun, har teir bunkra og pumpa 130 tons av lýsi í tangarnar hjá Havsbrún.

Vit á JN.fo tosaðu við skiparan - Jón Rasmussen - fyri løtu síðan, hann segði, at teir hava 940 tons av sildafløkum og 190 tons av heysaðari sild, sum teir skulu landa í Ánunum í morgin, eisini hava teir 220 tons av mjøli, sum eisini verður landað í Ánunum.

Teir eru nú liðnir við sildakvotuna, so antin fara teir á makrelveiðu ella svartkjaftaveiðu, tá teir mánakvøldið loysa aftur úr Ánunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder