2014-05-05 20:10
Norðborg sum er 5 ára gomul, hevur nú gjørt 100 túrar. Skipari á túri nr. 100 var reiðarin Christian Martin Rasmussen.
Norðborg fiskaði í 10 dagar, teir vóru á Bill Bayley Bank, har teir fiskaðu uml. 4.000 tons av góðum og stórum svartkjafti.
Nú teir komu inn, høvdu teir 1.330 tons av frystum, 300 tons av mjøli og uml. 800 tons í tangunum, sum er landað í Fuglafirði.
Í dag er Norðborg í Ánunum, har teir landa tað frysta og mjølið.
Norðborg fer nýggjan túr seint í kvøld. Teir fara aftur á Bill Bayley Bank, sigur Jón Rasmussen, sum verður skipari henda túrin.
Les eisini: Havsbrún rundar 100.000 tons í vikuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald