Vinna

Norðborg fullfermd eftir 9 døgn

...

2014-05-15 18:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Norðborg siglir inn fullfermd, teir hava hendan túrin roynt suður av Føroya Banka. Tað var góður svartkjaftur teir fingu har suðuri, segði stýrimaðurin Jóhan Isaksen, tá ið vit fyri løtu síðan tosaðu við hann, støddin lá um 180 gramm/stk.

Norðborg hevur 1.360 tons av frystum og uml. 270 tons av mjøli. Norðborg hevur verið á feltinum í 9 døgn.

Teir fara fyrst á Fuglafjørð at bunkra, har verða teir um 8-tíðina í kvøld.

Í morgin skulu teir landa í Ánunum.

Væntandi fer Norðborg nýggjan túr leygardagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder